Tøkniligt grundarlag

Oyðubløð at nýta í sambandi við fráboðan av tøkniliga grundarlagnum o.a. fyri lívstryggingarvirksemi sambært § 14, stk. 1 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.

Oyðublað Fráboðan av tøkniliga grundarlagnum o.a. fyri lívstryggingarvirksemi skal nýtast til fráboðanina, sbrt. § 2, stk. 1 í kunngerð um fráboðan av tøkniliga grundarlagnum o.a. fyri lívstryggingarvirksemi. Allar fráboðanir skulu eisini hava eina váttan frá tryggingarfrøðingi (aktuari), sbrt. § 9, stk. 1 í kunngerðini. Oyðublaðið Váttan frá tryggingarfrøðingi skal nýtast til hetta.

Harumframt eru serlig oyðubløð til frágreiðingar til tað fráboðaða sambært § 5, stk. 1 og § 6, stk. 1 í kunngerðini. Hesar frágreiðingar eru ikki almennar, sbr. tó §§ 5 og 6.

Hvør skal boða frá
Lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar.

Nær skal boðast frá
Tøkniliga grundarlagið o.a. skal fráboðast í seinasta lagi samstundis sum grundarlagið o.a. verður tikið í nýtslu. Sama er galdandi fyri allar seinni broytingar í nevndu viðurskiftum.