Benchmark fyri livitíðarfortreytir
Í sambandi við eftirlitsvitjanir í 2015 og 2016 hava lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir saman við Tryggingareftirlitinum umrøtt avbjóðingarnar hjá feløgunum at gera eina haldgóða meting av livitíðini hjá tryggingartakarunum, tá ið feløgini skulu gera upp tryggingarligu avsetingarnar.
Øll feløgini hava síðani tikið undir við, at Tryggingareftirlitið í samráð við aktuararnar hjá feløgunum fór undir eina tilgongd at áseta eitt felags føroyskt benchmark fyri livitíðarfortreytir.
Tryggingareftirlitið hevur í dag boða lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum frá niðurstøðuni, ið er gjølligari lýst í Notat om udarbejdelse af et færøsk levetidsbenchmark for livsforsikringsselskaber og pensionskasser frá 19. oktober 2016 og í tilhoyrandi fylgiskrivi frá 11. november 2016.
Niðurstøðan er, at uttan so, at feløgini kunnu skjalprógva, at annað er sannlíkt, skulu tey brúka tað livitíðarbencmark, sum danska Fíggjareftirlitið almannakunnger, við einum møguligum ískoyti til livialdurin, sum Tryggingareftirlitið ásetir út frá eini samanbering av viðkomandi hagtølum frá Danmarks Statistik og Hagstovu Føroya.
Í fyrsta umfari skulu feløgini leggja uppfyri, at mannfólk og konufólk í Føroyum liva ávikavist 0,8 og 1,5 ár longri enn í Danmark. Hesar livitíðarfortreytir skulu nýtast í sambandi við uppgerð av avsetingum í ársfrásøgnini fyri 2016.
Leinkjur
Notat om udarbejdelse af et færøsk levetidsbencmark for livsforsikringsselskaber og pensionskasser