29.11.2017

Benchmark fyri livitíðarfortreytir fyri tíðarskeiðið 31. desember 2017 – 30. desember 2018

Tryggingareftirlitið hevur dagført benchmark fyri livitíðarfortreytir.

Benchmarkið er gjørt eftir teimum somu meginreglunum sum undanfarna benchmark fyri livitíðarfortreytir.

Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið ikki kunnu skjalprógva, at annað er sannlíkt, skulu brúka livitíðarbenchmarkið, ið danska Fíggjareftirlitið hevur almannakunngjørt tann 22. september 2017.

Harumframt skulu feløgini leggja upp fyri, at menn og kvinnur í Føroyum liva ávikavist 0,7 og 1,3 ár longri enn í Danmark.

Dagførda benchmarkið fyri livitíðarfortreytir skal nýtast nýtast í sambandi við uppgerð av avsetingum í ársfrásøgnini fyri 2017.

Leinkjur

Notat om fastsættelse af benchmark for levetidsforudsætninger for livsforsikringsselskaber og pensionskasser af 27. november 2017

www.finanstilsynet.dk/levetider