Kunngerð um leiðslu og stýring av tryggingarfeløgum
Tryggingareftirlitið hevur sett í gildi kunngerð um leiðslu og stýring av tryggingarfeløgum.
Samstundis verður vegleiðing nr. 3 frá 15. desember 2008 um § 56, stk. 1, nr. 1-5, í løgtingslóg um tryggingarvirksemi og vegleiðing nr. 4 frá 15. desember 2008 um eftirlit- og trygdarfyriskipanir á KT-økinum, sett úr gildi.
Kunngerðin hevur ásetingar, ið fyrst og fremst fylla út tey krøv og ta siðvenju, ið fylgir av §§ 55 og 56 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Krøvini til góða vinnufelagsleiðslu, ikki minst í fíggjarligum feløgum, eru økt bæði sum avleiðing av størri kompleksiteti í virkseminum hjá nevndu feløgum og fyri at minka um váðan fyri framtíðar fíggjarkreppum.
Kunngerðin nágreinar krøvini til nevndarinnar skyldur í §§ 50 og 55, og ásetir krøvini til effektiva stýring í § 56 í lógini.
Kunngerðin er at finna her:
Kunngerð nr. 1 frá 16. januar 2013 um leiðslu og stýring av tryggingarfeløgum