Oyðubløð til ársfrásøgn 2015
Oyðubløðini at nýta í sambandi við innlating av ársfrásøgn fyri 2015 eru nú dagførd.
Talan er um oyðubløð til lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, skaðatryggingarfeløg og samtøkur. Hvør fíla inniheldur fíggjarstøðu, rakstrarroknskap og 5-ára yvirlit.
Tá ørkini eru opnað frá heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum, er neyðugt at goyma fíluna á egnari teldu ella teldukervi. Og síðani tøppa tølini inn. Tað ber ikki til at goyma fíluna á heimasíðuni á Tryggingareftirlitinum ella at lata upplýsingarnar umvegis heimasíðuna hjá Tryggingareftirlitinum. Fílurnar skulu sendast við t-posti til tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo
Ørkini kunnu ikki broytast og eru løst, soleiðis at bert kann tøppast inn í ljósabláu puntarnar. Neyðugt er at tøppa inn í allar puntarnar (tó ikki noturnar). Um eingin upphædd er fyri nevnda roknskaparpost, skal 0 tøppast inn.
Eru spurningar ella ivamál, kunnu tit venda tykkum til Tryggingareftirlitinum á tlf 356020.
Leinkja:
Oyðybløð - árs- og hálvársfrásøgn