Sínámillum avtala við Danmark um felags lívstryggingarmarknað
Tryggingareftirlitið hevur við heimild í § 1, stk. 5 í tryggingarlógini skrivað undir nýggja sínámillum avtalu við danska Fíggjareftirlitið um felags tryggingarmarknað við Danmark.
Við nýggju avtaluni verður felags tryggingarmarknaðurin víðkaður til eisini at fevna um lívstryggingarøkið.
Samstarvsavtalan kemur í gildi 1. desember 2014.
Avtalan fevnir um tænastuveitingarvirksemi millum londini bæði á lívs- og skaðatryggingarøkinum og samstarv um eftirlit við hesum virksemi.
Føroysk lívstryggingarfeløg fáa við hesum møguleika at veita tænastuveitingar í Danmark, eins og donsk lívstryggingarfeløg kunnu veita tænastuveitingar í Føroyum.
Føroysk tryggingarfeløg sum ætla at veita tænastuveitingar í Danmark skulu boða Tryggingareftirlitinum frá hesum áðrenn farið verður undir hetta virksemi.
Avtalan er at finna her