Fit & proper

Individuell krøv til leiðslulimir um vitan og royndir

Oyðubløð at nýta í sambandi við krøv um førleika og heiðursemi (fit & proper) hjá nevndar- og stjórnarlimum, og til krøv um at góðkenna ognarar av kvalifiseraðum lutum.

  • Oyðublað A - stjórnarlimir í tryggingarfeløgum
  • Oyðublað B - nevndarlimir í tryggingarfeløgum
  • Oyðublað C - stjórnarlimir í fíggjarligum haldfelagskapum og tryggingarhaldfelagsskapum
  • Oyðublað D - nevndarlimir í fíggjarligum haldfelagskapum og tryggingarhaldfelagsskapum
  • Oyðublað E - partaeigarar í tryggingarfeløgum
  • Oyðublað F - partaeigarar í fíggjarligum haldfelagsskapum og tryggingarhaldfelagsskapum

Krøvini til nevndarlimir og stjórnarlimir eru lýst nærri her:

Krav til nevndina um kollektiva vitan og royndir

Umframt individuellu krøvini til einstaka nevndarlimin um førleika og heiðursemi skal tann samlaða nevndin hava nóg stóra kollektiva vitan, fakligar førleikar og royndir til at kunna skilja virksemi felagsins og tann váða, sum er tengdur at hesum.

Trygginareftirlitið hevur í tveimum vegleiðingum við tilhoyrandi oyðubløðum lýst á hvønn hátt nevndin leypandi skal meta um kravið til nevndina um kollektiva vitan og royndir.

Tryggingareftirlitið skrásetir og viðgerð persónupplýsingar, ið verða latnar eftirlitinum. Til ber at fáa nærri kunning um grundarlagið undir viðgerðini og um rættindini hjá skrásetta sambært dátuverndarlógini her Dátuvernd - (tryggingareftirlitid.fo)