ÁKK & ÁKP

Øll tey føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir hava sjálvboðið gjørt eina sínámillum avtalu um at upplýsa einstaka kundan betri um teir kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína eftirlønaruppsparing.

Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda “Omkostningshenstillingen” frá áhugafelagnum Forsikring & Pension, F&P.

Avtalan merkir, at einaferð um árið skal felagið á ein skipaðan hátt upplýsa einstaka eftirlønarkundan um, hvussu nógv hann hevur rindað í krónum og í prosentum fyri sína eftirlønaruppsparing.

Les avtaluna her: ÅOK/ÅOP aftale END 15 09 2023

Les F&P omkostningshenstilling her: LP-information 3/23