02.09.2026

Átalur og boð til NordikLív og LÍV viðv. flyting av kundum uttan ítøkiligt samtykki

Tryggingareftirlitið hevur tikið avgerð í máli um flyting av kundunum hjá NordikLív til LÍV uttan ítøkiligt samtykki frá kundunum. Tryggingareftirlitið metir ikki, at handfaringin av kundunum er farin fram í samsvari við reglurnar um góðan skikk. 

Tryggingareftirlitið hevur tískil givið tryggingarfeløgunum átalur fyri manglandi samtykki, skeiva kunning um broyttar treytir og prísir, umframt skeiva kunning til lívrentukundar um uppsøgn av avtaluni.

Harumframt hava tryggingarfeløgini fingið boð um at kunna kundarnar um broyttu tryggingarviðurskiftini.

Boðini skulu verða fylgd í seinasta lagi 1. oktober 2026. 

Avgerðirnar verða almannakunngjørdar sambært § 201a, stk. 1, nr. 1 og 5 í tryggingarlógini, tí málið hevur almennan áhuga og týdning fyri fatanina av, hvussu reglurnar verða nýttar.

Les avgerðirnar her:

Átalur og boð til NordikLív viðv. flyting av kundunum

Átala og boð til LÍV viðv. flyting av kundunum