14.11.2019

Benchmark fyri livitíðarfortreytir fyri tíðarskeiðið 31. desember 2019 – 30. desember 2020

Tryggingareftirlitið hevur dagført benchmark fyri livitíðarfortreytir.

Benchmarkið er gjørt eftir teimum somu meginreglunum sum undanfarna benchmark fyri livitíðarfortreytir.

Lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, ið ikki kunnu skjalprógva, at annað er sannlíkt, skulu brúka livitíðarbenchmarkið, ið danska Fíggjareftirlitið hevur almannakunngjørt tann 26. september 2019.

Harumframt skulu feløgini leggja upp fyri, at menn og kvinnur í Føroyum liva ávikavist 0,5 og 1,3 ár longri enn í Danmark.

Dagførda benchmarkið fyri livitíðarfortreytir skal nýtast í sambandi við uppgerð av avsetingum í ársfrásøgnini fyri 2019.

Les meira her:

Notat om fastsættelse af benchmark for levetidsforudsætninger for livsforsikringsselskaber og pensionskasser af 14. november 2019

www.finanstilsynet.dk/levetider