15.06.2012

Broytt rentukurva á pensjónsøkinum

Tryggingareftirlitið hevur avgjørt at føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir skulu nýta dagførdu diskonteringsrentukurvuna, sum danska Fíggjareftirlitið í tíðindaskrivi 12. Juni 2012 hevur avgjørt, at donsku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir skulu nýta.

Tann dagførda diskonteringsrentukurvan skal nýtast frá og við 1. Juli 2012 og er at finna á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum.