26.05.2014

Klassifisering av lánsbrøvum, útgivin av Føroya Landsstýri

Lánsbrøv, útgivin av Føroya Landsstýri, hava higartil verið bólkað undir § 98, stk. 1, nr. 1 í tryggingarlógini, sum sonevnd “gullrandað pappír”.

Listi A, nevndur í § 98, stk. 1, nr. 1, er ein listi, ið OECD hevur gjørt. Hesin listi verður ikki dagførdur longur. Í staðin ger OECD nú ein landarisikoklassifikatiónslista.

Tryggingareftirlitið hevur fingið upplýst frá Eksport Kredit Fonden, at sambært OECD er tað føst mannagongd, at: “lande, andre enheder end stater, sammenslutninger af stater og oversøiske territorier m.v. skal opføres samlet på landeklassifikationslisten”, sbr. TAD/PG(2013)8 art. 4 pkt. 3.

Hetta merkir, at Føroyar eru fevndar av klassifiseringini hjá Danmark sum eitt OECD háinntøkuland vegna ríkisfelagsskapin, og at lánsbrøv, útgivin av Føroya Landsstýri sostatt framhaldandi verða bólkað undir § 98, stk. 1, nr. 1 í tryggingarlógini.