23.11.2017

Kunningarfundur um nýggjar kunngerðir á tryggingarøkinum 21. september 2017

Tryggingareftirlitið skipaði tann 21. september 2017 fyri kunningarfund á Hotel Hafnia fyri nevndarlimum, stjórum og viðkomandi starvsfólkum í tryggingarfeløgum, grannskoðarum og aktuarum um nýggju kunngerðirnar á tryggingarøkinum.

Talan var um  hesar kunngerðir:

  • Leiðslukunngerð
  • Solvenskunngerð
  • Basiskapitalkunngerð
  • Roknskaparkunngerð og
  • Kunngerð um fráboðan av tøkniliga grundarlagnum 

Framløgurnar frá kunningarfundinum er at finna her:

Innleiðing við  Leivur Harryson

Framløga um solvens-, basiskapital-, roknskaparkunngerð og kunngerð um fráboðan av tøkniliga grundarlagnum við Jesper Dan Jespersen

Framløga um leiðslukunngerðina við Michael Holm