03.08.2012

Oyðubløð til hálvársfrásøgn

Oyðubløðini eru nú tøk til at tøppa tøl úr hálvársfrásagnum inn.

Talan er um oyðubløð til lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar, skaðatryggingarfeløg og samtøk. Hvør fíla inniheldur fíggjarstøðu, rakstrarroknskap og 5-ára yvirlit.

Tá ørkini eru opnað frá heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum, er neyðugt at goyma fíluna á egnari teldu ella teldukervi. Og síðani tøppa tølini inn. Tað ber ikki til at goyma fíluna á heimasíðuni á Tryggingareftirlitinum ella at lata upplýsingarnar umvegis heimasíðuna hjá Tryggingareftirlitinum. Fílurnar skulu sendast við t-posti til tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo.

Ørkini kunnu ikki broytast og eru løst, soleiðis at bert kann tøppast inn í ljósabláu puntarnar. Neyðugt er at tøppa inn í allar puntarnar (tó ikki noturnar). Um eingin upphædd er fyri nevnda roknskaparpost, skal 0 tøppast inn.

Eru spurningar ella ivamál, kunnu tit venda tykkum til Tryggingareftirlitinum á tlf 356020.

Leinkja:

Oyðybløð - árs- og hálvársfrásøgn