14.07.2010

Sínámillum avtala gjørd við Danmark um felags tryggingarmarknað

Tryggingareftirlitið hevur við heimild í § 1, stk. 5 í tryggingarlógini skrivað undir sínámillum avtalu við danska Fíggjareftirlitið um felags tryggingarmarknað við Danmark.

Samstarvsavtalan kemur í gildi 1. september 2010.

Avtalan fevnir um tænastuveitingarvirksemi millum londini bæði á skaðatryggingarøkinum og samstarv um eftirlit við hesum virksemi.

Føroysk skaðatryggingarfeløgunum fáa við hesum møguleika at veita tænastuveitingar í Danmark, eins og donsk skaðatryggingarfeløg kunnu veita tænastuveitingar í Føroyum.

Samráðingarnar millum Tryggingareftirlitið og Fíggjareftirlitið hava higartil víst, at møguligt er ikki hjá tryggingarfeløgunum at stovna deildir í londunum hjá hvørjum øðrum. Orsøkin er, at Danmark ikki metir seg hava heimild at gera eina serstaka avtalu við Føroyar fyri deildir, men einans fyri tænastuveitingar.

Føroysk tryggingarfeløg sum ætla at veita tænastuveitingar í Danmark skulu boða Tryggingareftirlitinum frá hesum áðrenn farið verður undir hetta virksemi.