16.10.2015

Vegleiðing um innanhýsis skuldbindingar sett úr gildi

Sambært § 110 í tryggingarlógini kann eitt tryggingarfelag ikki uttan loyvi frá Tryggingareftirlitinum hava skuldbindingar við aðrar fyritøkur í somu samtøku, undantikið skuldbindingar við dótturfeløg.

Í vegleiðing nr. 3 frá 18. september 2014 hevur Tryggingareftirlitið ásett nærri reglur um útrokning av mest loyvdu upphædd fyri innanhýsis skuldbindingar.

Tryggingareftirlitið hevur eftirmett vegleiðingina og siðvenjuna á økinum og heldur, at vegleiðingin loyvir tryggingarfeløgum at hava ov stórar skuldbindingar við aðrar fyritøkur í somu samtøku, ið kann seta  tryggingartakararnar í váða. Tí hevur Tryggingareftirlitið gjørt av at seta vegleiðingina úr gildi.

Til nærri reglur um siðvenju at loyva innanhýsis skuldbindingum eru ásettar, fer Tryggingareftirlitið at viðgera umsóknir um innanhýsis skuldbindingar út frá eini ítøkiligari meting av viðurskiftunum hjá  einstaka tryggingarfelagnum.