Avleiðingar av Hoyvíkssáttmálanum

Hin 2. mai 2006 var Hoyvíkssáttmálin samtyktur sum lóg, sáttmálin kom í gildi 1. november 2006. Hoyvíkssáttmálin fevnir um skaða- og lívstryggingarmarknaðin. Fyri at lúka ásetingarnar í Hoyvíkssáttmálan varð § 9, stk. 2 í galdandi tryggingarlóg broytt við § 4 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006 um broyting í ymiskum løgtingslógum í sambandi við Hoyvíkssáttmálan, soleiðis at parta- ella ábyrgdarpeningur framyvir, umframt at verða føroyskur eisini kann verða íslendskur.

Hin 1. september 2008 kom nýggj tryggingarlóg í gildi, sum letur upp fyri stovnseting av deildum (filialum) og veitan av tryggingartænastum tvørturum landamørk millum Ísland og Føroyar, tó í fyrsta umfari avmarkað til skaðatryggingarvirksemi.

Tann 1. januar 2014 varð forboðið í tryggingarlógini ímóti at tekna lívstryggingar í útlendskum tryggingarfeløgum avtikið.