Privatlívspolitikkur

Hesin privatlívspolitikkur snýr seg um, hvussu Tryggingareftirlitið innheintar og viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi hjá eftirlitinum.

Vit viðgera tær upplýsingar, ið tú letur okkum, ella sum vit innheinta í samsvari við galdandi reglur. Vit eru tilvitað um, at tínar upplýsingar skulu viðgerast við virðing fyri trúnaðinum á upplýsingunum og fyri tínum privatlívi.

Hvat eru persónupplýsingar?

Persónupplýsing er ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni. Hetta kann eitt nú vera for- og eftirnavn, privatbústaður, teldupostbústaður, kontonummar ella P-tal.

Tryggingareftirlitið sum dátuábyrgdari

Tryggingareftirlitið er dátuábyrgdari fyri tær persónupplýsingar, vit fáa frá tær ella um teg í sambandi við eitt mál ella eina áheitan.

Tryggingareftirlitið viðger tær persónupplýsingar, sum tú sjálvur letur okkum, ella sum vit fáa frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum. Tryggingareftirlitið kann eisini sjálvt innheinta upplýsingar um teg frá øðrum myndugleikum, fyritøkum ella borgarum, tá ið tað er neyðugt fyri at røkja uppgávurnar hjá Tryggingareftirlitinum.

Grundarlagið hjá Tryggingareftirlitinum at viðgera persónupplýsingar

Høvuðsuppgávan hjá Tryggingareftirlitinum er at hava eftirlit við tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Serliga verður eftirkannað, at feløgini hava nóg mikið av kapitali í mun til tann váða, ið feløgini hava átikið sær, og at tryggingarlóggávan sum heild verður hildin.

Meginparturin av viðgerðini hjá Tryggingareftirlitinum av persónupplýsingum verður framd sum liður í almennari myndugleikaútinnan.

Grundarlagið hjá okkum at viðgera vanligar persónupplýsingar er í høvuðsheitum sambært § 8, stk. 1, nr. 3 og/ella 5 í dátuverndarlógini. P-talið verður viðgjørt sambært § 16, stk. 1 í dátuverndarlógini.

Grundarlagið hjá okkum at viðgera viðkvæmar persónupplýsingar er í høvuðsheitum sambært § 12, stk. 1, nr. 1-3 í dátuverndarlógini.

Tryggingareftirlitið hevur eisini ein farsporpolitikk (cookiepolitikk), ið greiður frá, hvussu vit viðgera farspor á okkara heimasíðu. Tú kanst lesa meira um farsporpolitikkin á https://www.tryggingareftirlitid.fo/fo/um-okkum/farspor

Hvør hevur atgongd til tínar upplýsingar?

Starvsfólk á Tryggingareftirlitinum hava atgongd til tínar persónupplýsingar í tann mun, tað er neyðugt fyri viðgerðina av tínum máli/áheitan ella okkara uppgávu sum almennur myndugleiki.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Upplýsingar um teg verða goymdar so leingi, vit meta, at tað er neyðugt til tess at kunna halda okkara skyldu sum almennur myndugleiki og til tess at halda galdandi lóggávu, undir hesum løgtingslóg um skjalasøvn.

Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár aftaná, at Tryggingareftirlitið hevur tikið avgerð í málinum.

Nær geva vit tínar upplýsingar víðari?

Vit víðarigeva bara upplýsingar, tá ið tað er neyðugt fyri at kunna útinna okkara uppgávu. Upplýsingar kunnu eisini verða víðarigivnar, um tað er neyðugt til tess, at aðrir almennir myndugleikar kunnu útinna teirra uppgávur, og sambært reglunum um innlit í fyrisitingarlógini og innlitslógini. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at tær upplýsingar, ið starvsfólk á Tryggingareftirlitinum fáa kunnleika til í eftirlitsvirkseminum bara kunnu víðarigevast í avmarkaðan mun og í samsvari við tagnarskylduna í § 200 í tryggingarlógini.

Hvørji rættindi hevur tú?

Dátuverndarlógin gevur tær hesi rættindi:

  • Rætt til kunning (§§ 23-25)
  • Innlitsrætt (§ 26)
  • Rætt til rætting (§ 27)
  • Rætt til striking (§ 28)
  • Rætt til viðgerðaravmarking (§ 29)
  • Rætt til dátuflutning (§ 31)
  • Rætt til mótmæli (§§ 32-34)
  • Rætt til ikki at vera fyri avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, undir hesum profilering (§ 35)

Tú kanst lesa meira um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.

Kann eg klaga?

Tú kanst klaga til Dátueftirlitið um viðgerðina hjá Tryggingareftirlitinum av tínum upplýsingum, um tú metir, at viðgerðin er í stríð við dátuverndarlógina.

Dátuverndarfólk

Vinnustovnurin hevur eitt dátuverndarfólk, ið eisini er dátuverndarfólk á Tryggingareftirlitinum. Dátuverndarfólkið kann upplýsa teg meira um reglurnar um dátuvernd. Dátuverndarfólkið kann eisini vegleiða teg um tíni rættindi í mun til viðgerð av persónupplýsingum hjá Tryggingareftirlitinum.

Tú kanst venda tær til dátuverndarfólkið á teldupostadressu dpo@vs.fo ella á telefon +298 356020.

Okkara samskiftisupplýsingar

Tryggingareftirlitið

Skálatrøð 20

Postboks 73

FO-110 Tórshavn

Telefon: +298 356020

Teldupostur: tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo

Privatlívspolitikkurin hjá Tryggingareftirlitinum er seinast dagførdur 5. februar 2021.